Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Føroyar Klaksvík Norðoyggjar Gisting Kunning Tiltøk
Norðoyastevna
Summar Festivalurin
Sjómannadagurin
Torradagar
Torradagar

Torri stavar frá tí gomlu tíðarrokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring.

Mánaðirnir vórðu kallaðir jóla, torri, góa o. s. fr.. Torri verður sett í samband við tvørra, við merkingini “minka”. Her verður hugsað um, at mánin er í minking (hvørvandi sól), ella at veturin er farin at halla ella minka. Tá ið tað hevur verið sett í samband við turrur, hevur m.a. verið hugsað um veðrið ta tíðina á árinum. Gongur fram móti ljósari tíðum!

Útróðrarmenninir tosa um torrafisk í hesum døgum – Tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn. Í torratíðini varð etin annarleiðis tilgjørdur fiskur, sum varð fylltur á serligan hátt m.a. við rogni og livur.

Tá ið Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya og annars er nógv knýttur at fiskivinnuni – samstsundis sum torratíðin á landi er friðarlig og tom eftir stóru jólahalguna, varð hildið, at tað hevði verið áhugavert at gjørt nakað serligt burturúr hesum tíðarskeiði, so sum tað varð gjørt fyrr og so, sum teir enn gera nógv burturúr í Íslandi.

Í torravikuna verður skipað fyri ymiskum tiltøkum í Klaksvík. Fyrilestrar um torra, torrafisk og torrahald. Um fiskivinnu og siðir á sjónum. Eisini er ætlanin at skipa fyri fyrilestrum um fiskivinnuna í dag og fáa serfrøðingar frá fiskirannsóknarstovuni at greiða frá fiskivinnuni, sæð frá teirra eygum.

Heilsukafé, forkunnug fiskamatarskrá og torrasvimjing eru bert nøkur av áhugaverdu tiltøkunum úr Torrarúgvuni

 
Torradagar

 

 
Kunningarstovan í Norðoyggjum - Tingstøðin - 700 Klaksvík - tel +298 45 69 39 - fax +298 45 65 86 - infoklaksvik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula