Norðoya Kunningarstova bæði samskipar og skipar fyri fleiri spennandi og áhugaverdum bólka- og virkisútferðum í Norðoyggjum. Hesar útferðir verða skræddaraseymaðar til akkurát tykkara áhuga og ynski. Vit skipa millum annað fyri útferðum á Kalsoynni og Svínoynni, men eisini eru skipaðir túrar á Viðoynni og Fugloynni. Eisini er møguleiki at bíleggja morgunmat, døgurða, ábit, matpakka, smyrjibreyð o.a. sum ein part av útferðini. Útferðirnar kunnu eisini verða skipaðir gongutúrar av ymiskum torleikastigum. Norðoyggjar eru kendar sum tað lítla Alpulandið, so her er hópin av góðum og øðrvísi gongutúrum har altíð staðkendur ferðaleiðari er við, og góður frásøgumaður. Meir fæst at vita við at seta seg í samband við Norðoya Kunningarstovu |