| Útferð við seglskipinum ”DRAGIN” Um summarið t.v.s. í juni, juli og august ger “Dragin” dagligar úferðir úr Klaksvík. Leiðin gongur norður undir tey sera stórslignu fuglabjørgini á Kallsoynni, Nakkin á Kunoynni og Enniberg á Viðoynni. Viðrar ikki norðanfyri, verður farið suðureftir og eystur undir Næraberg, Oyraskor og Lisshøvda. “Dragin” hevur ISM trygdarskipan er góðkendur av Skipaeftirlitinum til ferðafólkaflutning. Fráferð: kl. 18.00 Afturkoma: ímillum kl. 21-22 Kostnaður: 250 kr. (vaksin) – 100 kr ( børn 7-15 ár), - 50 kr. (børn undir 7 ár) Kaffi og súpan er íroknað prísin Í minsta lagi : 10 ferðafólk (um ikki onnur avtala er gjørd) Í mesta lagi : 30 ferðafólk Ferðaseðlar: Umráðandi er,at tygum keypa ferðaseðil áðrenn kl. 14 sama dag, sum túrurin er. Ferðaseðlar fáast á: Norðoya kunningarstovu tlf: 456939 |