Við til Norðoyggjar hoyra tær seks oyggjarnar Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy. Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bundnar saman av byrgingum, meðan Fugloy, Svínoy og Kalsoy kunnu náast við báti ella tyrlu. Landslagið í Norðoyggjum er sermerkt av høgum brøttum fjøllum,og eru 7 av teim tíggju tindunum í Føroyum,sum eru yvir 800 metrar, at finna í Norðoyggjum. Her eru størri og smærri bygdir, firðir, sund, dalar og áir. Miðdepilin í Norðoyggjum er Klaksvík, sum er næststørsti býurin í Føroyum og fiskivinnubýur burturav. Men her er annað enn fiskur. Klaksvíkin og Norðoyggjar hava eisini nógv at bjóða teim ferðandi tá hugsað verður um søgu, mentan og vinnulív. Her finst eitt ríkt tónleikalív eins og fleiri listafólk innan málningalist eru at finna her ella stava hiðani. Gistingarmøguleikarnir eru eisini góðir í Norðoyggjum. Í Klaksvík kunnu vit bjóða hotel, íbúðir, vallaraheim og B&B, men eisini beint uttanfyri býin er campingøkið til tjøld og húsvognar. Úti á bygd kunnu vit bjóða hotel, summarhús og bygdarhús. Í Norðoyggjum finnast nógvar vakrar og áhugaverdar kirkjur og søguligir bygningar. T.d. kunnu nevnast tann stórfingna Christianskirkjan í Klaksvík, tann gamli einahandilin við fornminnasavninum og Leikalund, eins og prestagarðurin Ónagerði á Viðareiði – har hin tiltikna Beinta, sum gav íblástur til skaldsøguna Barbara – einaferð búði, og kirkjan har eru verd at vitja. |