Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Føroyar Klaksvík Norðoyggjar Gisting Kunning Tiltøk
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin til Norðoyggjar

Við til Norðoyggjar hoyra tær seks oyggjarnar Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy.

Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bundnar saman av byrgingum, meðan Fugloy, Svínoy og Kalsoy kunnu náast við báti ella tyrlu.

 

Landslagið í Norðoyggjum er sermerkt av høgum brøttum fjøllum,og eru 7 av teim tíggju tindunum í Føroyum,sum eru yvir 800 metrar, at finna í Norðoyggjum. Her eru størri og smærri bygdir, firðir, sund, dalar og áir.

 

Miðdepilin í Norðoyggjum er Klaksvík, sum er næststørsti býurin í Føroyum og fiskivinnubýur burturav. Men her er annað enn fiskur.

Klaksvíkin og Norðoyggjar hava eisini nógv at bjóða teim ferðandi tá hugsað verður um søgu, mentan og vinnulív. Her finst eitt ríkt tónleikalív eins og fleiri listafólk innan málningalist eru at finna her ella stava hiðani.

 

Gistingarmøguleikarnir eru eisini góðir í Norðoyggjum. Í Klaksvík kunnu vit bjóða hotel, íbúðir, vallaraheim og B&B, men eisini beint uttanfyri býin er campingøkið til tjøld og húsvognar. Úti á bygd kunnu vit bjóða hotel, summarhús og bygdarhús.

 

Í Norðoyggjum finnast nógvar vakrar og áhugaverdar kirkjur og søguligir bygningar. T.d. kunnu nevnast tann stórfingna Christianskirkjan í Klaksvík, tann gamli einahandilin við fornminnasavninum og Leikalund, eins og prestagarðurin Ónagerði á Viðareiði – har hin tiltikna Beinta, sum gav íblástur til skaldsøguna Barbara – einaferð búði, og kirkjan har eru verd at vitja. 

 
Nýtt
10-09-2010
Blásarastevna í Klaksvík
Vikuskiftið 10.-12. september koma 200 blásaranæmingar úr øllum Føroyum til Klaksvíkar at venja saman og framføra.


08-09-2010
Vilja hava ferðavinnuna úr Uttanríkisráðnum
Gongd er um at koma á málið, hvørt ferðavinnumál skulu liggja undir Uttanríkisráðnum ella Vinnumálaráðnum.


07-09-2010
Føroyskt tónleika- og mentanartiltak í Berlin
Í vikuni skipar Uttanríkisráðið fyri einum tónleika- og mentanartiltaki í Berlin. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á Føroyar, og at fremja útflutning av tónleiki og øðrum kreativum vinnum. Hetta verður gjørt við at skipa fyri einum tiltaki í PercussionArtCenter.


13-08-2010
Cirkus Baldoni
Frá mánadegnum 30. august til mikudagin 8. september verður møguleiki fyri at uppliva ta 2 tíma longu sýningina, sum er fyri alla familjuna. Sýningarnar verða innandura í høllum ymsastaðni í Føroyum.


05-09-2010
Spennandi gongutúrur niðan á Lokkan / Borðoy
Sunnudagin, 05.september, kl. 11 skipa Norðoya Kunningarstova og Norðoya Gongufelag fyri einum sera spennandi og áhugaverdum gongutúri niðan á Lokkan á Borðoynni.


Eldri tíðindi
Kunningarstovan í Norðoyggjum - Nólsoyar Pálsgøta - 700 Klaksvík - tel +298 45 69 39 - fax +298 45 65 86 - infoklaksvik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media