Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Føroyar Klaksvík Norðoyggjar Gisting Kunning Tiltøk
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin til Norðoyggjar

Við til Norðoyggjar hoyra tær seks oyggjarnar Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy.

Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bundnar saman av byrgingum, meðan Fugloy, Svínoy og Kalsoy kunnu náast við báti ella tyrlu.

 

Landslagið í Norðoyggjum er sermerkt av høgum brøttum fjøllum,og eru 7 av teim tíggju tindunum í Føroyum,sum eru yvir 800 metrar, at finna í Norðoyggjum. Her eru størri og smærri bygdir, firðir, sund, dalar og áir.

 

Miðdepilin í Norðoyggjum er Klaksvík, sum er næststørsti býurin í Føroyum og fiskivinnubýur burturav. Men her er annað enn fiskur.

Klaksvíkin og Norðoyggjar hava eisini nógv at bjóða teim ferðandi tá hugsað verður um søgu, mentan og vinnulív. Her finst eitt ríkt tónleikalív eins og fleiri listafólk innan málningalist eru at finna her ella stava hiðani.

 

Gistingarmøguleikarnir eru eisini góðir í Norðoyggjum. Í Klaksvík kunnu vit bjóða hotel, íbúðir, vallaraheim og B&B, men eisini beint uttanfyri býin er campingøkið til tjøld og húsvognar. Úti á bygd kunnu vit bjóða hotel, summarhús og bygdarhús.

 

Í Norðoyggjum finnast nógvar vakrar og áhugaverdar kirkjur og søguligir bygningar. T.d. kunnu nevnast tann stórfingna Christianskirkjan í Klaksvík, tann gamli einahandilin við fornminnasavninum og Leikalund, eins og prestagarðurin Ónagerði á Viðareiði – har hin tiltikna Beinta, sum gav íblástur til skaldsøguna Barbara – einaferð búði, og kirkjan har eru verd at vitja. 

 
Nýtt
03-02-2012
Elisabeth Myllhamar er Ársins sandoyingur
Ársins sandoyingur fekk handað blomstur, klokku og ferðaseðil til Danmarkar í summar


15-11-2011
Broyttar afturlatingartíðir
Kunningarstovan í Havn fer framyvir at lata aftur kl. 16.00 mánadag til fríggjadag. Leygardag verður opið sum vant.


20-01-2012
Kyndilsmessudansur í Haraldssundi
Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd. Í øldir hava fólk í Norðoyggjum leita til Haraldssund á Kyndilsmessu. Eina tíð fall hesin siður burtur, men er nú tikin uppaftur. Hetta er sætta árið á rað, í nýggjari tíð, at kyndilsmessudansur er í... Haraldssundi. Hetta kvøldið hevur undanfarin ár verið sera væl eydnað og hava fleiri dansifeløg gjørt ferðalag í hesum sambandi. Í


03-01-2012
Trettandakvøldstiltakið á Keldu í Skálavík
Trettandakvøldstiltakið á Keldu í Skálavík verður 14 január kl. 19 Tað verður borðhald við felagssangi, føroyskum dansi og gamlamannadansi har "Skarvslop" spæla.


14-01-2012
Fleiri harmonikur spæla sama lag
Leygarkvøldið, 14. januar, verður eitt forvitnisligt sangtiltak hildið í KFUM&K í Klaksvík Talan er um eitt syngið-við-tiltak við andaligum sangi. Tað serstaka við tiltakinum er, at tað verða eitt stórt tal av harmonikum ið fara at spæla undir felagssangin.


Eldri tíðindi
Kunningarstovan í Norðoyggjum - Tingstøðin - 700 Klaksvík - tel +298 45 69 39 - fax +298 45 65 86 - infoklaksvik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media