Føroyskt / Færøsk / Faroese Danskt / Dansk / Danish Enskt / Engelsk / English
Kunningarstovurnar í Eysturoy / The tourist information centres in Eysturoy Norðoya kunningarstova / The tourist information centre in Norðoy Sandoyar kunningar stova / The tourist information centre in Sandoy Kunningarstovan í Tórshavn / The tourist information centre in Tórshavn Kunningarstovurnar í Suðuroy / The tourist information centres in Suðuroy Kunningarstovan í Vágum / The tourist information centre in Vágar
Heim Um okkum Føroyar Klaksvík Norðoyggjar Gisting Kunning Tiltøk
  
Komandi tiltøk
Veðrið
Myndatænasta
Vælkomin til Norðoyggjar

Við til Norðoyggjar hoyra tær seks oyggjarnar Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy og Kalsoy.

Viðoy, Borðoy og Kunoy eru bundnar saman av byrgingum, meðan Fugloy, Svínoy og Kalsoy kunnu náast við báti ella tyrlu.

 

Landslagið í Norðoyggjum er sermerkt av høgum brøttum fjøllum,og eru 7 av teim tíggju tindunum í Føroyum,sum eru yvir 800 metrar, at finna í Norðoyggjum. Her eru størri og smærri bygdir, firðir, sund, dalar og áir.

 

Miðdepilin í Norðoyggjum er Klaksvík, sum er næststørsti býurin í Føroyum og fiskivinnubýur burturav. Men her er annað enn fiskur.

Klaksvíkin og Norðoyggjar hava eisini nógv at bjóða teim ferðandi tá hugsað verður um søgu, mentan og vinnulív. Her finst eitt ríkt tónleikalív eins og fleiri listafólk innan málningalist eru at finna her ella stava hiðani.

 

Gistingarmøguleikarnir eru eisini góðir í Norðoyggjum. Í Klaksvík kunnu vit bjóða hotel, íbúðir, vallaraheim og B&B, men eisini beint uttanfyri býin er campingøkið til tjøld og húsvognar. Úti á bygd kunnu vit bjóða hotel, summarhús og bygdarhús.

 

Í Norðoyggjum finnast nógvar vakrar og áhugaverdar kirkjur og søguligir bygningar. T.d. kunnu nevnast tann stórfingna Christianskirkjan í Klaksvík, tann gamli einahandilin við fornminnasavninum og Leikalund, eins og prestagarðurin Ónagerði á Viðareiði – har hin tiltikna Beinta, sum gav íblástur til skaldsøguna Barbara – einaferð búði, og kirkjan har eru verd at vitja. 

 
Nýtt
31-07-2010
Útsøla
Felagsútsølan hjá klædnahandlunum í Vágum byrjar leygarmorgunin 31/7 kl. 10:00. Allir handlarnir hava leygardagin opið til kl. 17:00


28-07-2010
Gongutúrur Villingadalsfjall / Enniberg
Mikudagin, 28.juli, kl. 14 verður, um viðrar, skipað fyri einum sera flottum og hugnaligum gongutúri við ferðaleiðara niðan á Villingardalsfjall og Enniberg, ið er hægsta forberg í Europa.


12-07-2010
Ólavsøkukonsertin 2010
Óalmenna brakið, sum byrjar tjóðarhátíð føroyinga, bjóðar bæði tað besta innan føroyskan tónleik og eitt av størstu donsku nøvnunum júst nú, Dúné, og fer bæði at verða sungið og dansað alla náttina í Tórsgøtu 27. juli


12-07-2010
Føroya Regatta 2010
Felagið Føroysk Træseglskip fer í døgunum undan ólavsøku og fram til ólavsøkuaftan at skipa fyri regattasigling runt Føroya land. Hetta verður frá 25. til 28. juli og høvi verða hjá ferðafólki at keypa sær ferðaseðil og sigla við gomlu seglskipunum Westward Ho, Jóhonnu, Norðlýsinum, Draganum og Fram.


07-07-2010
Villblómutúrar
Næsta sunnudag, tann 11. juli 2010 skipar Lívfrøðingafelagið fyri villblómutúrum kring landið, har tú og onnur áhugað hava møguleika at hyggja eftir blómum, sum vaksa vilt í Føroyum.


Eldri tíðindi
Kunningarstovan í Norðoyggjum - Nólsoyar Pálsgøta - 700 Klaksvík - tel +298 45 69 39 - fax +298 45 65 86 - infoklaksvik.fo
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula Media